Beint fyri klokkan hálvgum trý fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Eysturoynni.
Talan var um ein bil, sum var farin útav millum Skála og Skálabotn.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at fýra fólk vóru í bilinum, og kláraðu tey sjálvi at koma úr. Øll sótu tey í trygdarbelti, so tey hava ongan sjónligan skaða fingið.
Bilurin liggur nú á takinum, og løgreglan veit í løtuni ikki at siga, hvussu stóran skaða bilurin hevur fingið.
Løgreglan hevur fólk á staðnum, og sjúkrabilur hevur verið eftir fólkunum, sum sótu í bilinum. Hóast tey ikki sóu út til at hava fingið nakran skaða, vórðu tey kortini koyrd á sjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald