Innanlands

Ferðsluóhapp í Gøtudali

Tveir bilar rendu saman í gjárkvøldið, men eingin fólkaskaði var

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-09-29 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan átta í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Gøtudali, har tveir bilar rendu saman.

Eini bilurin skuldi snara av vegnum inn á ein síðuveg, men hann endaði við at snara beint inn fyri ein annan bil, sum koyrdi mótsattan veg.

Fyrri bilurin var ein leigubilur við einum útlendskum ferðamanni, og hann fær so eina bót, sum skal avgreiðast beinanvegin, áðrenn hann fer av landinum aftur, sigur vakthavandi á politistøðini, sum leggur afturat, at eingin fólkaskaði var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder