Innanlands

Ferðsluóhapp í Havn í morgun

Tað kann vera hált í morgun, sigur Landsverk

2019-12-05 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið ferðsluóhapp var um seks tíðina í morgun, tá tveir bilar rendu saman. Óhappið hendi í Havn, tá ein bilur koyrdi út fyri ein annan. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, einans materiellur.

Hálka verður ikki søgd at vera orsøk til hetta óhappið, men orsøk er kortini at vera varin í ferðsluni í morgun, tí nakað av heglingi er komið niður í nátt, og Landsverk ávarar eisini um hálku norðan fyri Skopunarfjørð.

Í gjárkvøldið, beint fyri midnátt, tók løgreglan ein bilførara í Havn, sum verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin av manninum – um eitt mál spyrst burturúr, veldst um úrslitið av blóðroyndini, frættist av politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder