2019-08-24 09:42
Beint eftir klokkan níggju í morgun fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Kollafirði.
Av politistøðini verður upplýst, at talan er um eitt soloóhapp, men annars er enn ikki heilt greitt, hvat tað er, sum er hent.
Vakthavandi sigur, at bilurin hevur fingið skaða, men at tað ikki sær út til, at unga kvinnan, sum koyrdi bilin hevur fingið álvarsligan skaða, men kortini verður hon koyrd á landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald