
Í nátt hevur sum heild verið øgiliga friðarligt, sigur løgreglan.
Tó varð boðað frá einum ferðsluóhappi nærindis Kollafjørð, tá klokkan var umleið eitt í nátt. Talan var um eitt sonovent soloóhapp, har bert ein bilur var uppií.
Onkursvegna endaði bilurin við at koyra útav vegnum og bólta runt, men førarin fekk ongan skaða, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men talan var ikki um rúsdrekkakoyring, verður upplýst.
Klokkan trý kom so eisini ein fráboðan úr Vestmanna um, at ein bilur varð stolin.
Tjóvarnir vísti seg at vera tríggjar unglingar millum 15 og 18 ár.
Teir eru nú skuldsettir fyri sonevnt brúkstjóvarí og fyri at hava koyrt bilin uttan koyrikort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald