Innanlands

Ferðsluóhapp í Leirvík - barn flutt á sjúkrahúsið

Samanstoytur í vegakrossi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-19 13:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani var eitt ferðsluóhapp í Leirvík.

Talan var um ein samanstoyt í einum vegakrossi, har annar bilurin ikki helt víkiskylduna.

Bilurin rendi inn í síðuna á einum øðrum bili, har eitt smábarn sat í barnastóli.

Barnið var í skundi flutt til Havnar á sjúkrahús.

Enn veit løgreglan ikki meira um hvat nágreiniliga hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder