Innanlands

Ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum

Sum skilst er eingin fólkaskaði, men tunnilin var stongdur eina løtu, meðan arbeitt varð á staðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-20 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun, stutt eftir klokkan hálvgum níggju, rendu tveir bilar saman í Leirvíkstunlinum.

Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilur eru á staðnum, og er tunnilin tí stongdur í løtuni. Sum skilst er ikki talan um álvarsligan fólkaskaða.

Í gjár var eisini eitt ferðsluóhapp á landsvegnum í Streymnesi. Talan var um ein frontalan samanstoyt millum tveir bilar.

Sløkkilið og sjúkrabilar vórðu send á staðið. Ein persónur var í hvørjum bili. Sum skilst fingu teir heldur ikki álvarsligan skaða, men teir søgdu seg hava pínu í nakkanum.

Fyrr í morgun tók løgreglan eisini ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í Suðuroynni. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Dagføring kl. 10.02: Leirvíkstunnilin er nú latin uppaftur, skrivar KVF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder