Innanlands

Ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Ein bilur rendi á í tunlinum í morgun – Førarin tykist tó ikki at hava fingið stórvegis skaða

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-10-05 08:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan gott tjúgu minuttir yvir átta í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Norðoyatunlinum.

Talan er um ein bil, sum rendi inn í veggin á tunlinum, men førarin tykist ikki at hava fingið nakran stórvegis skaða, tí hann kom sjálvur úr bilinum, verður upplýst av politistøðini.

Løgregla og sjúkrabilur eru send á staðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder