Innanlands

Ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Tunnilin mátti steingjast í ein tíma í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-05 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið stongdi løgreglan Norðoyatunnilin í ein tíma orsakað av einum ferðsluóhappi.

Tað veit Útvarpið at siga í morgun.

Talan var um ein bil, sum rendi í ein annan bil.

Stúrt var fyri einum møguligum eldi í eina bilinum, sum var ein elbilur, og tí var tunnilin stongdur so leingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder