Innanlands

Ferðsluóhapp í Norðragøtu

Tveir bilar fingu umfatandi skrokkskaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-15 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu, har tveir bilar rendu saman.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var helst talan um eitt sonevnt víkiskylduóhapp.

Bilarnir fingu umfatandi skrokkskaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði. Bert eitt fólk var í hvørjum bili, og tey vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Í sambandi við óhappið var landsvegurin stongdur eina løtu. Ferðsluóhappið hendi klokkan 16.21, og arbeitt varð á staðnum í ein tíma og 20 minuttir, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder