Innanlands

Ferðsluóhapp í Saltangará

Óhappið hendi seinnapartin í gjár – Eingin fólkaskaði var, men tó var nakað av materiellum skaða, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-23 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum fýra seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Saltangará.

Tað, sum hendi var, at ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum bili, sum hevði bremsað fyri at loyva einum gongufólki yvirum vegin.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eingin fólkaskaði var, men tvey fólk í tí eina bilinum vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Har var tó nakað av materiellum skaða, og máttu akførini flytast av staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder