Innanlands

Ferðsluóhapp í Skálafirði

Tveir bilar stoyttu saman. Trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-13 21:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í kvøld var eitt ferðsluóhapp í Skálafirði. Av løgreglustøðini í Havn fæst ikki so nógv at vita, men tað verður upplýst, at tveir bilar stoyttu saman, og at trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

Bilarnir gjørdust vrak av stoytinum, og tað tók eina løtu at fáa teir av vegnum.

Ferðslan hevur verið tarnað av hesum og koyrt verður bara í einari breyt, og sum skilst leiðir løgreglan ferðsluna í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder