2024-01-22 09:01
Sunnunáttina klokkan eitt hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Vágsbotni í Havn.
Ein bilur, sum kom koyrandi úr Tórsgøtu, tók í ein annan bil og koyrdi síðani víðari móti Skálatrøð.
Førarin í árenda bilinum meldaði málið til løgregluna. Løgreglan sóknast nú eftir føraranum í hinum bilinum, sum var myrkabláur, so samband kann fáast millum partarnar og tey kunnu fara til tryggingina við málinum.
Helst hevur bilførarin ikki varnast, at hann hevur tikið í hin, og tí steðgaði hann ikki á, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald