2021-11-21 13:10

Fyrrapartin, beint eftir klokkan 11, varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Vestmanna.
Talan var um ein bil við fýra persónum, sum var koyrdur útav vegnum. Sum skilst var talan ikki um nakað álvarsamt.
Bilurin fekk nakað av skaða, men løgreglan veit ikki at siga, um nakar fólkaskaði var.
Sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið, og fólkini vórðu koyrd á sjúkrahúsið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald