2022-05-06 08:38
Um hálvgum átta tíðina í morgun fór ein bilur útav vegnum millum Kvívík og Vestmanna, og løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið
Løgreglan veit enn ikki at siga hví óhappið hendi, og hvussu stórur skaðin var, men eldur kom í bilin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein persónur var í bilinum, og hann megnaði sjálvur at fara úr bilinum. Ógreitt er, um hann hevur fingið skaða, men hann er sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sum er vanlig mannagongd í slíkum førum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald