2020-10-09 21:23
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Dagføring 22:09: Vegurin er nú opin aftur.
---
Tað er nógvur útrykningur á landsvegnum millum Hósvík og Kollafjørð í kvøld.
Orsøkin er eitt ferðsluóhapp. Vegurin er fyribils stongdur, boðar løgreglan frá, sum ikki fær sagt meira um óhappið í løtuni.
Boðað verður frá, tá vegurin er opin aftur, verður sagt.
Løgreglan heitir eisini á bilførarar um at hava tol og lata útrykningsakfør sleppa framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald