Innanlands

Ferðsluóhapp við flogvøllin í gjárkvøldið

Ein bilur endaði í mótkoyrandi breytini og rendi á ein bil, sum stóð parkeraður. Tvey fólk sótu í bilinum, sum varð árendur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-26 08:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjárkvøldið klokkan knapt hálvgun níggju fráboðan um samanstoyt á landsvegnum við flogvøllin í Sørvági.

Tað var ein bilur, sum koyrdi móti Sørvági, og við rulluportrið við Krígssavnið hevði hann rent á ein bil, sum stóð parkeraður.

Av einari ella aðrari orsøk endaði bilurin í mótkoyrandi vegbreytini og í vegøkslini, og rendi á ein bil við tveimum persónum í, sum stóð parkeraður, greiðri vakthavandi á løgreglustøðini frá í morgun.

Sum skilst gjørdist talan ikki um stóran fólkaskaða, men onkur av personunum var koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder