Innanlands

Ferðsluóhapp við Kollfjarðartunnilin tarnar ferðsluni

Ein vørubilur liggur mitt á vegnum, og tarnar ferðsluni nógv. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi

2021-02-26 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Kollafjarðatunnilin og rundkoyringina, tarnar í løtuni ferðsluni nógv.

Ein vørubilur liggur mitt á vegnum, upplýsir løgreglan, sum er á staðnum og leiður ferðsluna.

Sjúkrabilur er á staðnum, men løgreglan fær í løtuni ikki upplýst um talan er um nakran fólkaskaða.

Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder