Tað skuldi ganga nakrir tímar, áðrenn løgreglan fekk uppsporað førarin á tí bilinun, ið rendi á ein annan og síðani slapp sær til rýmingar. Ikki fyrrenn klokkan 18:21, fann løgreglan bilin á parkeringsøkinum hjá einum hotelli í Havn.
Lítla løtu seinni skuldi førarin útum at roykja. Tá løgreglufólkini á staðnum ynsktu at fáa hann til avhoyringar á støðini, mótsetti maðurin seg teirra umbøn. Hóast løgreglan ynskti, at hetta skuldi fara frigarligt fram, so gjørdist tað ikki so.
Maðurin verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Eisini verður hann skuldsettur fyri at koyra ov skjótt, umframt at ikki virða víkiskylduna. Harafturat verður hann eisini skuldsettur fyri at koyra undan einum ferðsluóhappið, sum hann sjálvur er atvoldin til.
Av løgreglustøðini ljóðar at maðurin helst er útlendingur, tí hann tosaði enskt. Hann verður í fyrstu syftu ikki vístur av landinum, tí hann hevur verið her leingi. Fyri at verða vístur av landinum, skal lógarbrotið vera enn meir álvarsligt enn tað, hann er skuldsettur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald