
Nakað áðrenn klokkan níggju í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Syðrugøtu - tætt við einsamøllu húsini ið standa omanfyri vegin.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan helst um eina yvirháling í nógvu morgunferðsluni, sum gekk galið. Løgreglan hevur eina góða fatan av, hvat hendi, men tað skal kannast ordliga. Øll fólkini, ið vóru íblandað, skulu eisini avhoyrast, tá tey eru før fyri tí.
Tríggir bilar vóru íblandaðir. Í fyrstu syftu vóru tað tveir, ið rendu saman, og síðani "kom ein uppí". Vakleiðarin sigur, at allir bilarnir fóru í knús.
Neyðugt var at klippa fólk úr tveimum av bilunum. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið við politieskortu. Tey hava fingið skaða, men tað var ikki lívshættisligt, upplýsir løgreglan. Ein fjórði persónur fór sjálvur til kanningar.
Og ferðsluóhappið skal eisini kannast nærri, tá tað er so álvarsligt. Vaktleiðarin upplýsir, at bilarnir, ella vrakini, eru nú hjá Akstovuni. Har verður hugt eftir, um alt er í lagi við til dømis bremsum, og um nakað tekniskt var galið við bilunum. Hetta fer at taka nakrar dagar.
Ferðsluóhappið var orsøk til langar bíðirøðir, og eina løtu varð ferðslan leidd gjøgnum bygdavegin í Syðrugøtu. Men sambært vakthavandi gekk tað skjótt og væl við tilbúgvingini. Sjúkrabilar komu úr bæði Klaksvík og Havn, eins og onnur neyðsendarakfør, og sum sagt var politieskorta til Havnar. Hetta var sjálvandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og vaktleiðarin sigur millum annað, at nýggi tunnilin veruliga kom til sín rætt í hesum førinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald