Innanlands

Ferðslutryggari fram við Vágs skúla

”Smiley’s” siga frá um ferðin er í lagið ella ov høg 

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2019-08-20 10:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna hevur seinastu árini saman við Landsverk og løgregluni sett ferðslutrygd á breddan. Eitt av økjunum, sum hava havt høga raðfesting, er økið kring Vágs skúla.

Í fjør varð gjørt av, at gera Toftaveg einsrættaðan, soleiðis at atkoman til norðaru inngongd við Vágs skúla gjørdist tryggari. Síðani er eisini ferðtálmandi bunga sett uppá Toftavegi.

Nú skúlagongdin byrjaði aftur eftir summarfrítiðina eru eisini ferðtálmandi átøk gjørd við inngongdina á sunnaru síðu av skúlanum. Ferðmátarar eru settir upp, sum siga frá ferðini. Koyrir tú skjótari enn teir 30 km/t, sum er loyvda ferðin í økinum, kemur eitt "syrgið reytt smile" fram á skíggjan. Koyrir tú 30 km/t ella minni, so kemur eitt "grønt smile" og eitt "v" á skíggjan. Ferðmátarin sigur frá ferðini í góðari tíð, soleiðis at bilførarar fáa góða tíð at taka ferðina av, og koma niður á loyvdu ferðina við skúlan, sum er 30 km/t.

Við inngongdina á sunnaru síðu eru nú eisini sett upp blunkandi ljós við gonguteigin, sum fer frá parkeringsøkinum og tvørtur um vegin til gøtuna niðan til Vágs Skúla. Harumframt eru eisini nýggj gøtuljós sett upp, soleiðis at økið alt er væl upplýst, tá myrku tíðirnar koma. 

[object Object]
(Mynd: Vágs kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder