2026-09-18 18:38
Ein ferðsluvanlukka hevur seinnapartin kravt eitt mannalív í Klaksvík.
Talan er um ein tannáring, 14 ára gamal, sum er deyður í vanlukkuni, sum hendi á motorsúkklu, verður upplýst av løgreglustøðini.
Hendingin skal vera farin fram við tyrlupallin í Klaksvík.
Júst hvat er hent verður nú kannað.
Fráboðanin kom klokkan 16:22 seinnapartin.
Tey avvarandi eru kunnaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald