Ein bussvanlukka í Guizhou í Útsynningskina hevur kravt 27 mannalív.
Talan var um ein buss, sum skuldi flyta fólk í sóttarhald, og umframt tey 27, sum hava latið lív, eru 20 onnur særd.
BBC skrivar, at vanlukkan hevur skapt øsing á sosialu miðlunum í Kina, har fólk finnast at nulltoleransu koronapolitikkinum hjá landinum.
Koronapolitikkurin í Kina hevur við sær hópkanning av fólkum og smittusporing. Tey, ið fáa staðfest smittuna og tey, sum hava verið í sambandi við hesi skulu í sóttarhald annaðhvørt heima ella aðrastaðni.
Í Guizhou, har ferðsluvanlukkan hendi sunnumorgunin, eru bert tveir persónar skrásettir at vera deyðir við koronu, síðan farsóttin breyt út fyri nærum trimum árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald