Innanlands

Ferjulegan í Klaksvík verður umvæld

Í komandi viku verður ferjulegan ikki tøk um kvøldið og um náttina, og Sam fær heldur ikki tikið bilar við eftir klokkan 20, skrivar Landsverk

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-06-26 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í morgin, mánadegnum 27. juni, og væntandi eina viku fram, verður ferjulegan í Klaksvík umvæld.

Tann parturin millum land og ferjulegu er so illa rustaður, at neyðugt er at gera umvælingar, skrivar Landsverk á heimasíðuna.

Og hetta kemur at merkja siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna komandi vikuna.

Landsverk skrivar soleiðis:

– Ferjulegan verður ikki tøk um kvøldið og um náttina, og Sam fær heldur ikki tikið bilar við eftir kl. 20:00. Arbeiðið byrjar mánadagin 27. juni og varar væntandi eina viku fram.

– Hetta merkir, at tað ikki gjørligt at hava bilin við á tilkallitúrunum, meðan arbeiðið fer fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder