
Tað verður ikki reist mál um misrøkt móti Hans Kristian Abrahamsen, festara í Oyndarfirði í sambandi við eitt mál um illa røktaðan seyð.
Tað var í einum innslagi í Degi & Viku 18. mai í fjør, at festarin var lagdur undir misrøkt. Málið varð latið Búnaðarstovuni, sum hin 27. januar kom við niðurstøðu í málinum.
“Búnaðarstovan hevur staðfest, at festarin hevur fylgt teimum áleggingum, sum Búnaðarstovan hevur givið boð um, og Búnaðarstovan hevur tí gjørt niðurstøðu um, at seyðurin eftirsíðan er væl handfarin við heilivági, eyðmerking og uppteljing. Búnaðarstovan hevur eisini fylgt tí djóralæknafrágreiðing, sum varð givin tann 10. juni 2020.
Við tað, at talan ikki er um mál um mistøkt... verður málið hervið lokað”, skrivar Búnaðarstovan.
Í skrivi sent miðlunum greiðir Hans Kristian Abrahamsen, bóndi, frá, at hannyvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn tað sum upplýst var frammanundan.
Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.
“Allar ærnar sum komu í rætt fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað var av hesum seyðinum, sum ikki hevði fingið heilivág og heldur ikki var komin at fáa sær at eta, at fleiri vóru deyðar,” sigur Hans Kristian Abrahamsen.
“Fleiri ær sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar. 69 prosent av lombunum sum blivu flett hetta árið vigaðu niðanfyri 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum,” sigur Hans Kristian Abrahamsen.
Síðani 18. mai í fjør hevur Búnaðarstovan fylgt við festinum, og nú hevur Búnaðarstovan endaliga staðfest, at núverandi festari hevur fylgt øllum mannagongdum, og at seyðurin er væl handfarin.
Lombini á festinum sum vórðu flett í heyst vigaðu í miðal umleið 5 pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019, upplýsir Hans Kristian Abrahamsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald