placeholder
Innanlands

Festari um nýggja Koks-matstovu: Rein neyðtøka av lendinum

Ein millión fyri lendið er yvirhøvur ikki freistandi, sigur Páll Djóni á Steinum, festara av lendinum, har Koks ætlar at byggja nýggja matstovu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-02-13 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg bleiv skelkaður av at síggja at verkætlanin var presenterað sum um, at alt var í fínasta ordan. Har er eingin avtala gjørd við festaran, har er eingi loyvi komin uppá pláss, har er einki sum helst komið uppá pláss við víkjandi verkætlanini.

- Hatta er rein neytøka av lendinum av stórkapitalinum.

So bersøgin var festarin, Páll Djóni á Steinum, í útvarpstíðindunum í kvøld. Hann er festari av jørðini við Fossdalsgjógv, har ætlanin er at byggja nýggja matstovu til Koks.

[object Object](Skíggjamynd: KVF)

- Ætlanin er nógv for víðfevnd. Hon ger seg inn á tað vinnuliga virksemið sum r har frammanundan. Hatta er ein triðingur av øllum vetrarhaganum á festinum, sum verður pettaður sundur, sigur Páll Djóni á Steinum.

Festarin hevur verið á trimum sonevndum kaffifundum við Gist og vist-samtakið  uttan at nakað er komið burturúr.

Páll Djóni á Steinum hevur fingið boðið eina millión frá felagnum aftanfyri Michelinmatstovuni, afturfyri at lata Koks brúka økið.

- Ein millión er einki verd í mun til tað óspiltu náttúruna, sum er har. Eina millión sum eg kann brúka til at fara á Mallorca at sóla mær um eg havi hug, ella hvat eg havi hug at brúka pengarnar til. Tað er yvirhøvur ikki freistandi, sigur Páll Djóni á Steinum við Kringvarpið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder