Innanlands

Festivalar fara at fáa stuðul

Ein samd mentanarnevnd tekur undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum. Víst verður á, at tað hevur skund at festivalarnir fáa hjálparpakka

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-27 11:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mentanarnevndin tekur undir við uppskotinum frá Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um at geva stuðul til tónleikafestivalar sum eru avlýstir orsakað av covid-19.

Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í síðstu viku, og í gjár kom álit frá einari samdari mentanarnevnd, sum mælir løgtinginum at samtykkja uppskotið.

Undir hoyringini er komið fram, at støðan við koronu er orsøk til, at undirveitarar seta størri krøv til festivalarnar í mun til fíggjarliga trygd. Tí er umráðandi, at festivalarnir hava eitt fíggjarligt grundarlag at vísa á, stendur í álitinum.

Í hoyringarskrivi til uppskotið hava fyriskiparar av festivalum víst á, at tað hevur skund at festivalarnir fáa hjálparpakka. Hetta tí at tað kann órógva forsøluna av atgongumerkjum til komandi ár, um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag. Forsølan til festivalarnar byrjar í november/desember, og er ein partur av fíggjarliga grundarlagnum undir festivalunum, og tí er umráðandi, at fólk og festivalar vita, hvør støðan er, tá atgongumerki verða sett til sølu.

Harumframt skulu fólk hava møguleika at fáa endurgoldið atgongumerki til avlýstar festivalar. Sostatt er talan um útreiðslur, ið festivalarnir eru bundnir av, skrivar nevndin í álitinum.

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í morgin, og tá fer løgtingið at atkvøða um málið. Uppskotið skal eisini hava eina triðju viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder