Uttanlands

Field's hevur stongt komandi vikuna

Sølumiðstøðin, har ein maður í gjár skeyt frá hondum og drap trý fólk, verður stongd fram til í minsta lagi 11. juli

2022-07-04 09:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir skottilburðin í Field's í gjár, hevur danska sølumiðstøðin boðað frá, at hon fer at hava stongt fram til í minsta lagi mánadagin 11. juli.

– Okkara tankar eru hjá ofrunum fyri hesa ræðuligu hending og teirra avvarðandi, umframt starvsfólk hjá Field's og tey mongu viðskiftafólkini, sum hava vitjað Field's í dag, skrivaði Field's á heimasíðu sína sambært Ritzau.

– Løgreglan er enn í ferð við at kanna hesa meiningsleysu hending, og vit bíða eftir teirra boðum.

Á Facebooksíðuni hjá Field's stendur, at sølumiðstøðin ikki letur uppaftur, fyrr enn løgreglan gevur grønt ljós.

Trý fólk lótu lív í Field's í gjár –ein 47 ára gamlar maður við russiskum ríkisborgaraskapi, og ein 17 ára gomul donsk genta, og ein 17 ára gamal danskur drongur.

Fýra aðrir persónar vórðu raktir av skotum, og er støðan hjá teimum øllum hættislig, upplýsti løgreglan á tíðindafundi í morgun. Talan er um tveir danskar ríkisborgarar – eina 40 ára gamla kvinnu, og eina 19 ára gamla kvinnu – og tveir svenskar ríkisborgarar – ein 50 ára gamlan mann og eina 16 ára gamla gentu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder