Seinastu vikuna hevur sølumiðstøðin Field's í Keypmannahavn verið stongd eftir skottilburðin 3. juli, men klokkan níggju føroyska tíð letur Field's uppaftur.
Field's hevur verið í tøttum samskifti við løgregluna og sløkkiliðið í Keypmanahavn og hevur hareftir mett, at tað er trygt at lata uppaftur.
Klokkan 11 verður minningarhald í allari miðstøðini, har tey fara at hava ein minuts tøgn fyri at minnast ofrini.
3. juli skeyt ein 22 ára gamal maður frá hond í Field's og drap trý fólk. Fýra onnur vórðu álvarsliga særd. Maðurin er varðhaldsfongslaður fram til ólavsøku á afturlatnari psykiatriskari deild. Hann er skuldsettur fyri trý dráp og sjey drápsroyndir.
Tá Field's letur uppaftur verður løgreglan í Keypmannahavn eisini til staðar, og verða løgreglufólkini tøk frá klokkan 10 til 20 danska tíð, um borgarar hava spurningar ella hava tørv á upplýsingum um kreppuhjálp, skrivar Ritzau.
Lagt verður afturat, at fólk eru vælkomin at leggja eitt blómutyssi við inngongina, eins og nógv onnur longu hava gjørt. Ynskir mann at seta eitt ljós, skal tað vera elektriskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald