
Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í gjárkvøldið, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.
Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22 prosent og kr. 5.500,-.
Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til k108.3 mió. Raksturin er mettur til 97,1 mió. og løgujáttanin er upp á 47,4 mió.
Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir annað byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísir fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot upp á 35,8 mió. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metir býráðið í Vága kommunu.
Harafturat eru 10 mió. avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.
Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldur seg undir einari álíkning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald