Fíggjareftirlitið góðkent nýggju stjórarnar í BankNordik

Turið F. Arge og Heini Thomsen hava fingið sonevnda "fit and proper-góðkenning" frá Fíggjareftirlitinum

Turið F. Arge (Mynd: BankNordik)

Turið F. Arge (Mynd: BankNordik)

2022-07-26 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var herfyri, at nevndin í BankNordik hevði sett Turið F. Arge og Heina Thomsen sum nýggjar stjórar frá 1. juli.

Farið varð alt fyri eitt undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu fit and proper-góðkenningina frá Fíggjareftirlitinum, ið er ein fortreyt fyri at kunna røkja stjórastarv í einum peningastovni, sigur BankNordik.

Fíggjareftirlitið hevur nú góðkent Turið F. Arge og Heina Thomsen sum stjórar, og tey bæði manna stjórnina í samtakinum saman við Árna Ellefsen, til hann leggur frá sær.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007, og hevur drúgvar og breiðar leiðsluroyndir úr bankanum. Heini Thomsen er statsaut. grannskoðari og hevur seinastu mongu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar.

Í sambandi við stjórasetanina metir bankin tørv vera á at tillaga uttanhýsis grannskoðanina, og tí verður kallað inn til eykaaðalfund mikudagin 17. august, har mælt verður til at velja PwC sum nýggjan uttanhýsis grannskoðara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder