Innanlands

Fíggjarleiðaraskifti á Toftum

Terji Petersen byrjaður sum fíggjarleiðari hjá Nes kommunu

Selma Hansen, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Terji Petersen (Mynd: nes.fo)

Selma Hansen, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Terji Petersen (Mynd: nes.fo)

2024-04-15 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun varð skipað fyri lítlari móttøku á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu, nú Terji Petersen, byrjaði í starvinum sum fíggjarleiðari hjá Nes kommunu.

Terji Petersen er ættaður úr Klaksvík, men býr í Hoyvik og er 46 ár. Hann hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur, og hevur seinastu árini starvast í Tryggingareftirlitinum.

Terji Petersen hevur eisini drúgvar starvsroyndir úr Fíggjarmálaráðnum, har hann starvaðist árini 2006 til 2013, áðrenn hann tók við sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann arbeiddi frá 2013 til 2018.

Selma Hansen, sum hevur verið roknskaparleiðari síðan á vári í 2009, hevur nú valt aðrar avbjóðingar.

Á samkomuni í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýggja fíggjarleiðaranum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.

Samstundis takkaði hann Selmu Hansen fyri nærlagni, trúgva tænastu og sera gott samstarv. Hann ynskti Selmu framhaldandi alt tað besta á lívsleiðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder