Innanlands

Fíggjarlig og menniskjalig javnvág á fíggjarlógini

Aksel V. Johannesen lovar betri kor til lesandi, ið velja Føroyar, og eisini til tey, ið venda heim aftur eftir loknan lesna.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-30 15:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við einum avlopi á 13,5 milliónir krónur á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, var tað ein rættiliga væl nøgdur Aksel V. Johannesen, sum fyrrapartin legði fram komandi fíggjarlóg.

Hann vísti á at lógaruppskotið er í javnvág bæði fíggjarliga og menniskjaliga.

Sum oddamaður fyri tann „reyða vongin” í hesi mið-høgra samgonguni, so var tað kanska ikki óvæntað, at fíggjarmálaráðharrin valdi at leggja dent á tey bleytu virðini í rúgvusmikla fíggjarlógaruppskotinum, sum hesaferð ikki er innbundin í føroyskt bindingarmynstur, men við eini vakrari mynd tikin við sævarmálan, eini vakrari sandstrond, vit gita, at motivið er frá Lónni í Saksun.

Sparandi ‚rakstrarátøk’

Landsstýrismaðurin gjørdi sær ómak við at greiða frá, at fíggjaruppskotið í stóran mun er í tráð við tilmælini, sum Búskaparráðið kom við viðvíkjandi fíggjarligum haldføri.

‚Rakstrarátøk’ er eitt nýtt hugtak, sum kom fram undir framløguni. Her eru rakstrarátøk fyri 80 milliónir krónur í 2027, og her meinast við sparingar í almenna rakstrinum.

Sí allar myndirnar frá framløguni

Hetta fyri at bøta upp á haldførið. Í hesum sambandi varð nevnt, at samanleggingar av almennun stovnum undir Mentamálaráðnum longu eru framdar við tað at fyrst Sernám og nú eisini Nám, verða løgd saman við Undirvísingarstýrinum.

Og so verða eisini ‚rakstrarátøk’ gjørd í sendistovuvirkseminum úti í heimi. Aksel V. Johannesen vildi undir framløguni sjálvur ikki avdúka hvørjar sendistovur skulu latast aftur, men mikrofonin var ikki meira enn sløkt, so kom Uttanríkis- og mentamálaráðið, við mynd av Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, og boðaði frá, at tað er í Moskva og Tel Aviv, at dyrnar verða læstar. Í London verður upplatingartíðin eisini skerd munandi, tí ætlanin er ikki at senda nýtt sendifólk til Londons, men at henda uppgávan skal røkjast úr Brússell.

Les eisini: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja

Løgmaður vísti eisini á, at á almannaøkinum eru avgerðir tiknar um at byggja fleiri nýggjar stovnar, og at hesir koma at bøta munandi um raksturin, tí hesir stovnar verða størri, men nevndi í sama viðfangi eisini, at teir eisini verða betri fyri brúkararnar av hesum stovnstilboðum.

[object Object]Kampus á Frælsinum á skíggjanum hjá landsstýrismanninum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kampus

Men tað økið, sum fekk størst umrøðu í framløguni hjá Aksel V. Johannesen, eru átøkini, sum verða gjørd fyri at fáa ungfólk at støðast í Føroyum.

Og her er tað Kampus, sum er ‚buzz’-orðið – útbyggingin at gamla Lærara-/venjingarskúlanum á Frælsinum til eitt universitetsøki, sum á tekningunum verður so flott, at fleiri at politikarunum, herundir fíggjarmálaráðharrin sjálvur, høvdu á orðið, at tá skuldi mann verið ungur.

Nýtt og flott setur við fleiri útbúgvingarmøguleikum gjøgnum evropeisku Erasmus+ skipanina, har møguleiki er at taka partar av útbúgvingini á øðrum universitetum, eins og onnur lesandi fáa møguleika at koma til Føroyar og taka ein part, verður sæð sum gott átak at fáa tey ungu at støðast í Føroyum.

- Um vit kunnu fáa ein lítlan part av teimum umleið 20 prosentunum at hvørjum árgangi, sum nú ikki venda aftur til Føroyar eftir lesnað, til at koma, so bøtir tað munandi um haldførið, vísti Aksel V. Johannesen á.

Við hægri lestrarstuðuli á hædd við tann danska og við komandi leigustuðlinum, verður eisini mett, at tað verður munandi høgligari hjá ungum at velja Føroyar til heldur enn frá í framtíðini.

Komandi ár verður eisini samtyikt, at pensjónistar sleppa at arbeiða við løn upp í 300.000 krónum, áðrenn nakað verður mótroknað í pensjónini.

Júst hetta tiltakið er orsøkin til, at avlopið á fíggjarlógini 2027 varð justerað úr 38,5 milliónum niður í 13,5 milliónir í uppskotinum, sum varð lagt fram í dag.

Av stórum íløgum, sum verða framdar ella settar ígongd í komandi ári er umrødda Kampus-verkætlanin og bygging av bústovnum á Argjum og í Vágum. Eisini skal ítróttaháskúlin í Vági rokna við at fáa landskassastuðul til sína spennandi ætlan.

Og so verður munandi meira enn undanfarin ár sett av til viðlíkahald av bæði vegum og bygningum, sum landskassin hevur ábyrgdina av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder