Landsstýrið hevur í dag lagt fram fíggjarlógaruppskot fyri 2020 fyri løgtingið. Talan er um eitt framroknað uppskot, vísir Fíggjarmálaráðið á.
Sambært stýriskipanarlógini skal uppskotið til fíggjarlóg latast Løgtinginum áðrenn 1. oktober. Nýggja landsstýrið tók við 14. september, og vegna stutt skotbrá hava stundir ikki verið til at fyrireika ætlaðar broytingar og raðfestingar.
Tí verður lagt fyri Løgtingið eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár. At uppskotið er framroknað merkir, at tað er er uttan raðfestingar og tiltøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni hjá landinum.
Ein fortreyt, sum serliga ávirkar framrokningina fyri 2020, er tann, at inntøkur frá veiðigjøldum á makrel, sild og svartkjaft ikki eru tiknar við. Orsøkin er tann, at lógin, ið ásetir veiðigjøldini, fer úr gildi við ársenda í ár, og tí er onki framskrivað fyri 2020.
Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verða mettar til 5.761 milliónir krónur Harav eru skattainntøkur 2.599 milliónir og inntøkur frá avgjøldum og tolli 2.779 milliónir krónur. Samlaðu útreiðslurnar eru mettar til 5.589 milliónir. Harav eru nettorakstrarútreiðslurnar 5.196 milliónir og løguútreiðslurnar eru 393 milliónir krónur.
Samtykta fíggjarlógin fyri 2019 vísti eitt avlop á 377 milliónir krónur. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið hevur Fíggjarmálaráðið gjørt eina dagførda meting av úrslitinum í ár, og roknað verður nú við, at avlopið verður 303 milliónir krónur í 2019.
Um fíggjarlógaruppskotið verður samanborið við samtyktu fíggjarlógina fyri 2019, so vaksa inntøkurnar við 1,8 prosentum í 2020, rakstrarútreiðslurnar vaksa við 6 prosentum og og útreiðslurnar til løgur vaksa við 3,4 prosentum. Samlaði útreiðsluvøksturin er 5,8 prosent.
Fíggjarlógaruppskotið vísir, at verða ongar broytingar framdar, verður úrslit landskassans 171,3 milliónir krónur (RLÚ-úrslit) í 2020.
Landsstýrið fer seinni í ár at leggja fyri Løgtingið broytingaruppskot og fylgilóggávu, skrivar fíggjarmálaráðið á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald