Innanlands

Fíggjarlógin fyri 2021 endaliga samtykt

Heldur serlig støða í løgtinginum í kvøld. Tekniskir trupulleikar høvdu við sær, at atkvøtt bleiv við navnakalli

2020-12-16 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir nógvar tekniskar avbjóðingar í tingsalinum í kvøld, var uppskotið til fíggjarlóg fyri 2021 samtykt um tíggju tíðina í kvøld. Teknisku trupulleikarnir høvdu við sær, at tað mátti atkvøðast við navnakalli.

Alt eftir um tinglimir atkvøddu fyri, ímóti ella blankt skuldu tey reisa seg upp í bólkum. Tingskipanin sigur, at hetta skal gerast, um tøknin svíkir.

Atkvøðugreiðslan varð avgreidd. Øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu, meðan broytingaruppskotið frá meirilutanum í fíggjarnevndini varð samtykt við 18 atkvøðum fyri, ongari ímóti og 11 blankum.

Sjálvt fíggjarlógaruppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum, fýra ímóti, og sjey blankar.

Sambært broytta fíggjarlógauppskotinum hevur landskassin eitt undirskot upp á nakað omanfyri 200 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder