3. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2022 er samtykt. Hon var til viðgerðar í umleið seks tímar í gjár, og atkvøðugreiðsla var umleið klokkan níggju í gjárkvøldið.
Sambært kringvarpinum er fyribils avlopið á fíggjarlógini góðar 36 milliónir krónur, men uppskot um at hækka avgjøld á bensin á diesel og at hækka vegskattinum skal fáa tað upp á 60 milliónir krónur.
Øll 31 broytingruppskotini hjá andstøðuni vórðu feld - øll 25 hjá samgonguni vórðu samtykt.
Búskapaðarráðið hevur givið fíggjarlógini dumpikarakter.
- Tað er als ikki nøktandi, at fíggjarlógin reelt gevur undirskot, í tíðum við nógvum virksemi og arbeiði til allar hendur, segði formaðurin Fróði Magnussen við Dag & Viku í gjár.
Løgtingið kemur saman aftur mánadagin klokkan 13. Tá er málið um sammóður á skránni; síðani sjófeingislógin.
Sí meira á logting.fo
Innanlands
Fíggjarlógin fyri 2022 er samtykt
Øll 31 broytingruppskotini hjá andstøðuni vórðu feld - øll hjá samgonguni vórðu samtykt. Væntaða avlopið er 60 milliónir krónur

Samgongan stóð saman um fíggjarlógina
2021-12-18 13:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald