Eftir 18 atkvøðugreiðslur var fíggjarløgtingslógin fyri 2025 samtykt á Føroya løgtingi. Tað hendi beint fyri klokkan 19.
Eftir drúgva triðju viðgerð fór tingið í holt við at atkvøða, fyrst um tey 17 broytingaruppskotini, sum vóru komin til triðju viðgerð.
Samgongan stóð fast við sína fíggjarlóg, og atkvøddi einans fyri broytingini, sum teirra egnu limir í fíggjarnevndini vóru komin við, og sum snýr seg um at hækka játtanina til fólkaskúlan við 1,8 milliónum krónum afturat tí, sum varð samtykt við aðru viðgerð.
Hini 16 uppskotini, sum vóru frá andstøðuni, fullu øll við at samgongan atkvøddi ímóti.
Samlaða fíggjarlógin varð síðan samtykt við 21 atkvøðum fyri, einari ímóti og fimm blonkum atkvøðum.
Miðflokkurin var spjaddur í hesum málinum. Jenis av Rana atkvøddi ímóti og Steffan K. Poulsen atkvøddi fyri. Tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum atkvøddu blankt.
Løgtingsfundurin endaði við, at “Gleðilig jól” varð sungin. Løgtingið kemur saman aftur 15. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald