Innanlands

Fíggjarlógin løgd fram í dag

Framløga í tinginum nú - tíðindafundur kl. 10.

Aksel V. Johannesen tók við sum landsstýrismaður við fíggjarmálum eftir Ruth Vang í vár (Savnsmynd)

Aksel V. Johannesen tók við sum landsstýrismaður við fíggjarmálum eftir Ruth Vang í vár (Savnsmynd)

2026-09-30 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fer Aksel V. Johannesen at leggja fram fyrstu fíggjarlógina, eftir at hann tók við sum fíggjarmálaráðharri á hesum sinni.

Fíggjarlógin fyri komandi ár, skal leggjast fram innan 1. oktober árið fyri. Nú klokkan 09.45 í dag verður tingið sett fyri at leggja fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 formliga fram.

Klokkan 10 verður so tíðindafundur í Smæruni í Havn, har landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fer at avdúka, hvørjar raðfestingar samgongan hevur sett sær fyri í fíggjarlógini.

Mest spennandi spurningur er sjálvandi, um tað fer at eydnast hesari samgonguni at leggja fram eina fíggjarætlan, sum ikki gevur hall.

Tað, sum verður lagt fram í dag er tað, sum Fíggjarmálaráðið og samgongan ætlar komandi árini. Men nógv tøl og upphæddir verða broytt áðrenn tað fíggjarlógaruppskotið verður endaliga samtykt eftir viðgerðir bæði á løgtingi og í fíggjarnevnd løgtingsins.

Fíggjarlógin skal vera samtykt áðrenn hetta árið rennur út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder