2019-12-30 20:16
Stóran part av degnum hevur fíggjarlógin fyri 2020 verið til viðgerar í løgtinginum. Hetta er triðja viðgerð, og tvey broytingaruppskot vóru frá samgonguni um at fáa ymiskt sett á aftur, sum annars varð tikið av, tá málið var í fíggjarnevndini.
Stutt eftir klokkan 20 var liðugt at atkvøða fyri øllum broytingaruppskotunum. 45 broytingaruppskot vóru frá andstøðuni meðan tvey vóru frá samgonguni. Tey bæði frá samgonguni vóru samtykt og øll hjá andstøðuni fullu.
Síðani varð endaliga atkvøtt og 16 vóru fyri, 7 ímóti og 7 atkvøddu blankt.
Hetta var seinasti tingfundur í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald