Innanlands

Fíggjarlógin samtykt og løgtingið farið í jólafrí

26 atkvøddu fyri og fimm atkvøddu blankt

Sum sigur er, syngur løgtingið og landsstýrisfólk

Sum sigur er, syngur løgtingið og landsstýrisfólk "gleðilig jól" áðrenn tey fara í jólafrí (Skíggjamynd: Løgtingið)

2023-12-18 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið fór fyri løtu síðan í jólafrí eftir at hava samtykt fíggjarlógina fyri 2024 við triðju og seinastu viðgerð.

Ellivu broytingaruppskot, men bara eitt teirra - frá einari samlaðari fíggjarnevnd - var einmælt samtykt. Broytingaruppskotið frá tingfólkum úr Norðoyggjum, um at lata mentanarhúsinum Varpinum fimm milliónir krónur, fekk ikki undirtøku.

Tá avtornaði vóru 26 sum atkvøddu fyri fíggjarlógini, og fimm blankt. Eingin atkvøddi í móti.

Sambandsflokkurin atkvøddi saman við samgonguni fyri fíggjarlógini. Fólkafloksumboðini atkvøddu blankt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder