Innanlands

Fíggjarmálaráðið: Samráðingar við sálarfrøðingar slitnaðar

Enn ber ikki til at sleppa í gongd við royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til fólk millum 15-35 ár, tí semja fæst ikki um gjaldið til sálarfrøðingarnar

Mynd: fmr.fo

Mynd: fmr.fo

2021-02-12 08:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um gjald fyri sálarfrøðiliga viðgerð til yngri fólk eru slitnaðar. Hesum boðar Fíggjarmálaráðið frá.

Talan er um eina royndarskipan, har persónar millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

Skipanin kom í gildi 30. oktober í fjør og fer úr gildi aftur 31. oktober 2023. Skipanin er tó ikki komin at virka enn, tí sálarfrøðingarnir vilja ikki taka uppgávuna á seg fyri gjaldið, sum Heilsutrygd bjóðar sambært galdandi sáttmála, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Gjaldið er í dag 818 krónur fyri hvørja viðgerð, sum tekur millum 45 til 60 min, men felagið Føroyskir Sálarfrøðingar krevur eina munandi størri upphædd.

Fíggjarmálaráðið sigur seg hava bjóðað felagnum eitt hægri gjald, men eftir tríggjar fundir millum partarnar hevur tað ikki eydnast at finna semju um gjaldið hjá sálarfrøðingunum.

Samráðingarnar er nú slitnaðar, og Fíggmarmálaráðið sigur seg harmast um, at ikki slepst í gongd við royndarverkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder