Sunnudagin varð ein tilburður av ebolavirus staðfestur á Fílabeinsstrondini.
Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, er talan um fyrsta tilburð av ebola, sum landið hevur staðfest í 25 ár.
Smittaði persónurin er ein 18 ára gomul kvinna úr grannalandinum Guinea, sum er innløgd í størsta býnum í landinum, Abidjan.
Virusið varð fyrst funnið og eyðmerkt í 1976, og síðani hava fleiri útbrot kravt uml. 15.000 mannalív tilsamans í Afrika.
Síðan ebola herjaði í Vesturafrika í árunum 2013 – 2016, er ferð sett á arbeiðið við at menna eitt koppingarevni móti virusinum, skrivar Ritzau.
Ebola smittar minni enn aðrar virussjúkur, tí hon ikki smittar gjøgnum luftina men gjøgnum nærsamband.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald