Innanlands

Filipinar í Runavíkar kommunu ynsktu at geva aftur

Í dag hevur talan verið um sjálvboðið ruddingarátak framvið høvuðsvegnum av Bakkafrost og út til Barnagarðin á Mýrunum. Í morgin verður Bylgjan karmur um ymsar ítróttarkappingar hjá eini 80 filipinum og familjum teirra, skrivar Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2021-08-07 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Um tit síggja fólk rudda framvið høvuðsvegnum av Glyvrum og út til Runavíkar í dag - ein leygardag í summarferiuni - so er hetta ikki uttan orsøk.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á Facebook-síðu sínari. Boðað verður frá, at umboð fyri filipinar í økinum herfyri vendu sær til kommununa, tí tey ynsktu at geva aftur til samfelagið, sum tey eru blivin partur av. Flestu teirra arbeiða á Bakkafrost.

Talan gjørdist um tiltakið, sum verður nevnt "Summer Sports Fest and Community Clean-up", og sum fór í gongd klokkan hálvgum tíggju í morgun við sjálvbodnum ruddingarátakið framvið høvuðsvegnum av Bakkafrost og út til Barnagarðin á Mýrunum.

Hin parturin ev tiltakinum verður fyriskipaður í morgin, tá Bylgjan er karmur um ymsar ítróttarkappingar hjá eini 80 filipinum og familjum teirra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder