Mentan

Filipsoyggjar eiga vakrastu kvinnuna

Helena Heuser við ættarbondum úr norðoyggjum megnaði ikki í topp 20 í Miss Universe 2018

Catriona Gray úr Filipsoyggjunum var favorittur áðrenn kappingina, og vann eisini kappingina, sum varð hildin í Tailandi í nátt (Mynd: EPA)

Catriona Gray úr Filipsoyggjunum var favorittur áðrenn kappingina, og vann eisini kappingina, sum varð hildin í Tailandi í nátt (Mynd: EPA)

2018-12-17 14:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Catriona Gray úr Filipsoyggjunum vann vakurleikakappingina Miss Universe 2018, sum var hildin í tailendska høvuðsstaðnum, Bangkok, í nátt.

Hon er sjónvarpsvertur, sangarinna og modell. Hon brennir fyri betri sambandi til persónar, sum eru raktir av hiv og aids, skriva miðlar uttanlands.

[object Object](Mynd: EPA)

Hetta er fjórðu ferð, at Filipsoyggjarnar vinna altjóða vakurleikakappingina. Tamaryn Green úr suðurafrika fekk eitt annað pláss, og Sthefany Gutiérrez úr Venezuela fekk eitt triðja pláss.

[object Object]Helena Heuser (Mynd: EPA)

22 ára gamla Helena Heuser, sum hevur ættarbond til Føroya, og luttók fyri Danmark, megnaði ikki at koma í topp 20. Í 2016 gjørdist hon Miss World Denmark.

Helena Hauser er dóttir Elsebeth Heuser. Omma Helenu hennara er Tóra Heuser úr Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder