19. november boðaðu Filipsoyggjarnar frá, at tær frá 1. desember fóru at lata upp fyri ferðafólki, sum vóru koppsett fyri koronu, men hetta verður tó av ongum fyribils.
Orsøkin er Omikron-frábrigdið, og ynskja myndugleikarnir at forða fyri, at nýggja frábrigdið fær fótafesti í oyggjunum.
Higartil hevur oyggjalandið tó ikki boðað frá nøkrum tilburðum við hesum frábrigdinum, skrivar Ritzau
Ferðavinnan í Filipsoyggjunum var hart rakt í fjør. Tá minkaði talið á ferðafólki við 83 prosent í mun til undanfarna ár.
Talið á ferðafólkum í 2019 var 8,2 milliónir, og í 2020 var talið minkað niður í 1,4. Flestu ferðafólkini koma úr Japan, Suðurkorea og Kina.
Uml. 112 milliónir fólk búgva í Filipsoyggjunum, og bert ein góður fjórðingur av teimum eru koppsett fyri koronu. Men í dag byrjar eitt nýtt koppsetingarátak í oyggjunum, sum hevur til endamáls at fáa koppsett níggju milliónir fólk komandi tríggjar dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald