Føroysk filmsfólk taka seg av álvara fram. Hetta vóru tey á einum máli um í Nuuk í farnu viku, tá ið stuttfilmarnir hjá teimum báðum Katrini Joensen-Næs og Juliu í Kálvalíð vórðu sýndir fram á altjóða filmsstevnuni í Nuuk.
Føroysku filmarnir, sum vóru sýndir í faru viku í Nuuk, vóru Ábyrgd eftir Katrina Joensen-Næs og Omman eftir Juliu í Kálvalíð.
Julia í Kálvalíð og Katrin Joensen-Næs
ÁBYRGD (Katrin Joensen-Næs FO 2020)
Ró verður brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá ið Ró ger av at fara undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.
OMMAN (Julia í Kálvalíð FO 2019)
Ein omma doyr á einum tjaldingartúri eftir ov nógv rúsdrekka. Ommusynirnir finna hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald