
Í gjár vórðu fimm persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Ein teirra, ið varð staðfestur positivur í gjár, er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum.
Ein annar persónur fekk staðfest smittuna við einari kanning seks dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Triði smittutilburður hevur samband við persónin, ið varð staðfestur positivur á sætta dags kanningini.
Viðvíkjandi teimum báðum seinastu persónunum er í løtuni óvist, hvussu teir hava fingið smittuna.
Allir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Sostatt hava nú 539 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og av teimum eru 516 persónar staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 23 persónar positivir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald