Mentan

Filmsfelagið: Bara vit bæði

Nýggjur franskur filmur – ein psykologiskt granskandi erotisk nøtrisøga

2024-10-10 10:09 Author image
Innsent
placeholder

Mikudagin vísir Filmsfelagið franska filmin “Bara vit bæði”, sum er ein psykologiskt granskandi erotisk nøtrisøga. 

Fleirfalt virðislønta filmstjørnan, Valérie Donzelli, er fødd í Épinal har eysturi í Fraklandi í 1973. Hetta er fjórði filmur hon leikstjórnar, og fyri avrikið fekk hon fronsku César-virðislønina fyri besta handrit. 

Altjóða filmsheitið er “Just the two of us”, og danska útgávan, sum vit visa, hevur heitið “Kun os to”. Filmurin er tann upprunafranski, upptikin í Paris.

[object Object]

Leikstjórin lýsir filmin sum eina psykologiskt granskandi erotiska nøtrisøgu, har Virginie Efira, ið bleiv kend sum Benedetta (2021) í filminum hjá Paul Verhoeven, hevur tvídeilda leiklutin sum Rose og Blanche, ið eru tvíburar.

Blanche møtir sjarmerandi manninum Greg, og alt bendir á, at tað verða tey bæði. Tí flyta tey saman, og Blanche er sannførd um, at hetta er maðurin, hon vil liva lívið saman við, langt burturi frá tvíburðasystrini Rose, familjuni og heimstaðnum. 

Smátt um smátt fer Blanche tó at kenna seg, sum er hon hildin fangi í einum ófrættakendum parlagi við einum áleypandi ráðaríkum manni, sum hon ikki longur kennir ella veit, hvat hann kann finna uppá. Franski filmurin varð frumsýndur tá filmstevnuni í Cannes varð sett.

Bara vit bæði – L’amour et le forêts – verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 16. oktober kl. 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder