Mentan

Filmsfelagið: Ljósbrot úr Íslandi

Nýggjur íslendskur filmur, sum longu hevur vunnið fleiri heiðurslønir verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 

2024-10-03 15:19 Author image
Innsent
placeholder

Nýggi íslendski filmurin hjá spennandi leikstjóranum Rúnari Rúnarsson (f.1977), “Ljósbrot”, var ein av teim heilt fáu norðurlendsku, sum vórðu sýndir í Cannes í ár. Hann varð hin fyrsti í røðini “Un Certain Regard”. 

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið íslendska filmin, ið longu hevur vunnið virðisløn sum besti filmur í Nuuk og Oslo, og er í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina í Luzern 7. desembur. 

Høvuðsleikari er Elín Hall, ið er hin unga Una, sum lesur list í Reykjavík, men stríðist við sorg, sum hon ongum kann siga frá um. Orsøkin er ein annar listanæmingur, Baldur Einarsson, sum vit sóu í virðislønta Hjartasteinn (2016). Hann er Diddi. Tey eru saman og verða djúpt forelskað, hóast Diddi er forlovaður við Klaru, sum hann nú skal gera tað liðugt við.

Men Diddi kemur ongantíð aftur og Una situr einsamøll eftir við djúpari sorg, sum hon ikki kann luta við onnur, tí eingin veit av teirra sambandi.

Ilt kann bara verða verri, tá Klara kemur til høvuðsstaðin.

Filmsummælarin hjá NRK sigur um tað, sum víðari hendur, at ”møtet mellom de to etterlatte kjærestene slår etter hvert gnister og jager mørket på dør. Det er både varmt, gripende og vakkert.” 

Fremsta eyðkennið í filmunum hjá Rúnari Rúnarsson er førleikin at fáa fram ektaðar kenslur hjá leikarunum. 

Hann hevur fyrr gjørt filmarnar “Eldfjall” (2011), sum eisini varð frumsýndur í Cannes, “Þrestir” (2015) og jólafilmin “Bergmál” (2019). Filmsfelagið hevur víst teir allar. Nýggi filmurin, “Ljósbrot” verður sýndur í samstarvi við Øst for Paradis í Aarhus við donskum undirteksti.

Tá filmurin var settur á skrá í Cannes, segði leikstjórin, at hetta var fyrsti filmur, hann gjørdi eftir koronastongsilin:

- Mítt endamál var at skapa eina frásøgu ella mynd, sum fevnir um tær fløktu kenslurnar tá ein missir onkran óvæntað. Veruleikin broytist og framtíðin broytist í somu løtu. Filmurin tekur ta løtuna og víðkar hana. Tað gongur fyri seg í einum stuttum tíðarskeiði, har rúmið millum mótstríðandi kenslur er trongt, tá látur broytist til grátur og vakurleikin samlivir við sorg.

“Ljósbrot” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 9. oktober kl. 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder