Spildurnýggi heimildarfilmurin hjá haitiska leikstjóranum, Raoul Peck, “Orwell: 2+2=5”, tekur okkum á ferð inn í dystopiska meistaraverkið hjá Orwell, “1984”, við greiðum dømum úr okkara tíð.
Rithøvundurin og magistarin í heimspeki, Rói Patursson (f.1947), fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum mikudagin.
Raoul Peck (f.1953), sum í “I Am Not Your Negro” (2016) lýsti James Baldwin, ið Filmsfelagið tá vísti, hevur, við høvuðsdenti á einaræði og eftirlit, nú sett sær fyri at granska George Orwell (1903-1950), og víðagitnu skaldsøguna “1984”.
Hetta sama ár varð Filmsfelagið endurstovnað, og vísti spildurnýggja ”1984” hjá Michael Radford við John Hurt í høvuðsleiklutinum. Sýningin var í Sjónleikarhúsinum, sum í ár fyllir hundrað.
Peck vísir á líkskap við nútíðina, og dregur millum annað fram eyðsýnda nýbrotið við politiskari populismu, sum víðahvar tekur seg upp, tá amerikanski forsetin, Donald Trump (f.1946), verður valdur aftur.
Filmurin er skipaður kring herrópini hjá Orwell ”War is Peace”, “Freedom is Slavery” og “Ignorance is Strong”, og roynir at krøkja evnisorðini úr víðagitnu skaldsøguni í ástøði um makt, og hvussu hon verður útint í okkara tíð.
Kríggið í Irak, álopið á amerikansku kongressina, nasistiska heilsanin hjá Elon Musk, globala eftirlitssamfelagið og menningin av vitlíki, verða lýst.
Raoul Peck, sum eitt stutt skeið var mentamálaráðharri í Haiti, er útbúgvin á Deutsche Film- und Fernsehakademie í Berlin.
Filmsfelagið vísir “Orwell: 2+2=5” mikukvøldið 25. februar kl. 20 í Havnar Bio
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald